McLaren snýtti ikki

Eftir sigurin hjá McLaren Mercedes bilunum í Monako var Lewis Hamilton, ið endaði á øðrum plássi eitt sindur óheppin í sínum orðingum, hann segði, at hann hevði fingið boð um ikki at trýsta ella fara framum liðfelagan Alonso. Sambært reglunum hjá FIA, er tað ikki loyvt at brúka sonevnd liðboð, har ein av koyranum fær boð um ikki at fara framum hin. Motorítróttarfelagið FIA kannaði tí atburðin hjá felagnum.

Í Monako er nærum ómøguligt at fara framvið bilum, og yvirhálingarnar kundu teljast á einari hond sunnudagin, tí hevði ein nærdystur millum teir báðar í McLaren væl kunna enda við, at báðir bilarnir fóru í sor.

FIA hevur kannað radiosamskiftið millum McLaren pittin og bilarnar, og har var ikki mett at nakað galið var farið fram. Í grundgevingini skrivar FIA:

?It is standard procedure for a team to tell its drivers to slow down when they have a substantial lead,? agreed the FIA. ?This is in order to minimise the risk of technical or other problems. It is also standard practice and entirely reasonable to ask the drivers not to put each other at risk.?

Stjórin í Formil 1 Bernie Ecclestone segði annars í dag við Reuters, at McLaren liðið kundi fáa eina metstóra bót ella enntá verða koyrt úr kappingini, um liðið hevði brotið reglurnar sunnudagin. Men hetta hava tey ikki í McLaren.