McLaren kroystur upp í ein krók

Eitt mál er tað blivið til í fimm teimum seinastu fótbóltslandsdystunum hjá Onglandi.

Leygarkvøldið spældi Ongland ímóti Ísrael, og dysturin endaði málleysur. Nú stendur einki til hjá Onglandi í teirra EM-bólki, og ikki minst venjarin stendur fyri skotum.
- Eftir hetta ræðuliga dystin er vandi á ferð hjá Steve McLaren, og kanska sleppur hann ikki at verða við allan vegin í hesi undankapping, skrivar The Telegraph eftir javnleikin ímóti Ísrael.
Mikukvøldið spælir Ongland ímóti Andorra, og alt annað enn ein sannførandi sigur til enska stjørnuliðið kann hava við sær, at McLaren verður sekkjaður.