Tað sær út til at supersportbilar við stórum motorum eru væl umtóktir í hesum tíðum, hóast tær flestu bilverksmiðjurnar leggja um til reinar og orkusparandi bilar.
Ein av hesum nýggju supersportbilunum er McLaren MP4-12C, sum sær út til at fara í beinleiðis kapping við Ferrari. McLaren MP4-12C hevur 3.8 litra V8-motor við dupultari turbo og 600 hk. Bilurin hevur bremsur, elektronik, motorstýring og 7-trins girkassa sum í Formel 1 bilum.
McLaren hevur í mong ár gjørt supersportbilin McLaren F1, men tað hevur verið í minni nøgdum.
Nú hava teir bygt eina nýggja verksmiðju til framleiðslu av hesum bilinum. Ætlanin er at framleiða 1.000 bilar næsta ár og síðan 4.000 um árið.
McLaren Automotive er ein bilverksmiðja í Onglandi, sum framleiðir supersportbilar við Formel 1 teknologi. Verksmiðjan, sum varð stovnað í 1989, samstarvar við McLaren Racing Limited í Formel 1. McLaren hava vunnið 165 Formel 1 kappkoyringar av teimum 665, teir hava luttikið í og vunnið 12 heimsmeistaraskap við kendum kappkoyrarum sum Alain Prost, Ayrton Senna, Mika Häkkinen, Lewis Hamilton og Jenson Button, sum vann í Melbourne 28. mars í ár.
McLaren Racing Limited varð stovnað í 1963 av nýsælendska kappkoyraranum Bruce McLaren, sum doyði í eini vanlukku í 1970, 32 ára gamal.
Myndatekstur:










