Regnið, ið merkti upphitingina í morgun var burtur, og tí var tann eitt sindur margháttliga raðfylgjan eisini burtur. Eftir fyrsta umfar av tíðarkoyringini, vóru tað teir vanligu bilarnir, ið ikki megnaðu at koma ímillum teir 16 fremstu, ið sluppu at halda fram. Tað kendist tó ivaleyst sum ein smeitur fyri Ralf Schumacher, at hann endaði á 20. plássi, meðan Toyota liðfelagin kláraði Jarno Trulli kom víðari millum teir 16 fremstu.
Næsta umfarið gjørdist heldur buldrasligt. Kimi Räikkönnen koyrdi og hart um ein kantstein, og breyt part av hjólfestinum frammanfyri høgrumegin. Hann fekk bilin heim í pittin, men liðið megnaði ikki at umvæla bilin, nóg skjótt til, at hann kundi seta eina kappingarføra tíð. Hann skuldi verið byrjaður á 16. plássi. Men so var ikki David Coulthard, ið var sera væl koyrandi og kvalifiseraði seg millum teir skjótastu tíggju, fekk strikað sína tíð, tí hann forðaði Kovalinen í Renault somikið nógv, at hesin ikki slapp upp millum teir tíggju fremstu.
Hetta gjørdi, at Jenson Button á 11. plássi ístaðin slapp at koyra í seinasta umfarið. Hann vísti tó enn einaferð, at hann ikki kláraði at avbjóða, og endaði aftastur í síðsta umfari.
McLaren høvdu skjótasta bilin, og sjálvt ikki Massa í Ferrari megnaði at gera nakað við teir. Hann byrjar tó í triðju byrjunarstøðu.
3. umfar
1 Fernando Alonso - McLaren-Mercedes 1:15.726
2 Lewis Hamilton McLaren-Mercedes 1:15.905
3 Felipe Massa Ferrari 1:15.967
4 Giancarlo Fisichella Renault 1:16.285
5 Nico Rosberg Williams-Toyota 1:16.439
6 Mark Webber Red Bull-Renault 1:16.784
7 Nick Heidfeld BMW 1:16.832
8 Robert Kubica BMW 1:16.955
9 Rubens Barrichello Honda 1:17.498
10 Jenson Button Honda 1:17.939
2. umfar
11 Alexander Wurz Williams-Toyota 1:16.662
12 Vitantonio Liuzzi STR-Ferrari 1:16.703
13 Jarno Trulli Toyota 1:16.988
14 Heikki Kovalainen Renault 1:17.125
15 Kimi Räikkönen Ferrari (Onga skrásetta tíð)
16 David Coulthard Red Bull-Renault (Koldømdur)
1. umfar
17 Anthony Davidson Super Aguri-Honda 1:18.250
18 Scott Speed STR-Ferrari 1:18.390
19 Adrian Sutil Spyker-Ferrari 1:18.418
20 Ralf Schumacher Toyota 1:18.539
21 Takuma Sato Super Aguri-Honda 1:18.554
22 Christijan Albers Spyker-Ferrari (Onga skrásetta tíð)