McLaren byrja fremstir

Í tíðarkoyringini í Indianapolis í gjárkvøldið megnaði Lewis Hamilton at seta skjótasta umfarið og byrjar sostatt fremstur í dag. Framman fyri liðfelagan tvífalda heimsmeistaran Fernando Alonso.

 

Seinast misti Ferrari enn eitt fótafet í HM kappingini, við at eisini BMW vóru skjótari enn teir, og orsakað av óhepnum umstøðum við trygdarbilinum á breytini endaðu eisini ein Williams Toyota og ein Renault bilur frammanfyri Ferrari bilinum hjá Räikkönen. Vikuskiftið gjørdist uppaftur verri, tá Felipe Massa var diskvalifiseraður fyri at koyra framvið einum reyðum ljósi á veg úr pittinum. Tí hevur Ferrari nógv at prógva, men tað var tó frammanundan ivasamt, at liðið megnar at avbjóða McLaren bilinum hjá Hamilton, ið frammanundan tykist, sum nógv besta boðið upp á ein vinnara. Í tíðarkoyringini í gjár megnaðu Ferrari bilarnir tó, at gerast teir næst bestu bilarnir á breytini við Felipe Massa á triðja plássi og Kimi Räikkönen á fjórða plássi.

BMW vóru tó væl við, við Heidfeld á fimta plássi og debutantinum Sebastian Vettel á sjeynda plássi.

 

1 Lewis Hamilton McLaren-Mercedes 1:12.331

2 Fernando Alonso McLaren-Mercedes 1:12.500

3 Felipe Massa Ferrari1:12.703

4 Kimi Räikkönen Ferrari 1:12.839

5 Nick Heidfeld BMW 1:12.847

6 Heikki Kovalainen Renault 1:13.308

7 Sebastian Vettel BMW 1:13.513

8 Jarno Trulli Toyota 1:13.789

9 Mark Webber Red Bull-Renault 1:13.871

10 Giancarlo Fisichella Renault 1:13.953

11 David Coulthard Red Bull-Renault

12 Ralf Schumacher Toyota

13 Jenson Button Honda

14 Nico Rosberg Williams-Toyota

15 Rubens Barrichello Honda

16 Anthony Davidson Super Aguri-Honda

17 Alexander Wurz Williams-Toyota

18 Takuma Sato Super Aguri-Honda

19 Vitantonio Liuzzi STR-Ferrari

20 Scott Speed STR-Ferrari

21Adrian Sutil Spyker-Ferrari

22 hristijan Albers Spyker-Ferrari