Síðsta oktober verða allar McDonalds matstovur í Íslandi stongdar. Hetta er úrslit av fíggjarkreppuni, sum hevur gjørt tað torført at fáa endarnar at røkka saman. Jon Ogmundsson, ið eigur tær tríggjar matstovurnar sigur at tað er vorið alt ov dýrt at inflyta matin.
- Tað er ófatuligt, fyri eitt kilo av leyki úr Týsklandi, gjaldi eg líka nógv sum fyri eina góða fløsku av whisky, sigur hann.
Jon Odmundsson ætlar nú at nýta hølini har McDonalds hevur verið til nýggjar matstovur við mati úr Íslandi.