Ukrainski býurin, Butja, sum liggur stutt vestanfyri høvuðsstaðin Kyiv, gjørdist ímyndin av harðrendu russisku framferðini í Ukraina, har nógv sivilfólk eftir øllum at døma bæði vórðu pínd og dripin.
Tá russisku herdeildirnar vórðu riknar úr aftur býnum, eftir at russar ikki megnaðu at taka høvuðsstaðin, Kyiv, komu nógvir ræðuleikar undan kavi.
Umframt at hópgravir vórðu funnar, lógu fleiri bakbundin lík og sløgdust í gøtunum, harav fleiri sivilfólk, dripin við nakkaskoti. Hesi høvdu ikki ein gang fingið eina grøv.
Tá ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, vitjaði býin, eftir at russar vóru rýmdir, gjørdist hann skelkaður og rørdur av teimum ræðuleikum, hansara fólk hevði verið fyri undir hersetingini.
Í býnum vórðu sambært ukrainum funnin 458 lík.
##med2##
Men, nú er lív við at koma í býin aftur og millum matstøðini, sum hava latið uppaftur, er eitt nú McDonalds. Samtakið hevur tikið seg úr Russlandi, men hevur latið matstovuna, tey høvdu í Butja, uppaftur.
Sky News veit at siga, at ein generatorur, sum gevur streym, nú syrgir fyri, at McDonalds kann hava opið aftur í Butja frá klokkan 09 til 21 á kvøldi.
- Fyri okkara viðkomandi var tað serliga týdningarmikið at lata upp aftur matstovuna fyri at stuðla lokalsamfelagnum, sigur Julija Badritdinova, sum leiðir McDonalds í Ukraina.
##med3##