Í mong ár vóru Paul McCartney og Yoko Ono als ikki væl.
Gamli Beatles limurin McCartney og kona John Lennon sála vóru ikki á bylgjulongd. Hetta stavaði heilt afturi frá tíðini í The Beatles.
Ono hevur managan fingið skotið í skógvarnar, at hon var orsøkin til, at limirnir í The Beatles fóru hvør til sítt í 1970. Hon var nevniliga altíð við John Lennon, eisini tá The Beatles arbeiddu í upptøkuhølunum, og hetta vóru hinir limirnir í bólkinum ikki altíð glaðir fyri, tí hetta gav ikki sama arbeiðsfrið og nærleika, sum teir 4 vóru vanir við.
Og tað var hetta, at Ono dag sum nátt var við liðina á Lennon, ið tá argaði McCartney.
- Hinar unnusturnar sluppu ikki við ella so nær uppá bólkin, sigur McCartney.
Við Rolling Stone sigur hann, at vend kom í, tí hann sá, at um Lennon elskaði hesa kvinnu, so mátti okkurt rætt vera við hesum.
- Eg mátti sleppa míni mótstøðu. Tað var als ikki lætt í byrjanini, men í dag eru eg og Yoko góðir vinir, og mær dámar hana væl, sigur Paul McCartney.
Yoko Ono var gift John Lennon frá 1969 til hann varð skotin í 1980.