Paul McCartney fór á pall, tá OL í London byrjaði fríggjadagin. Men hendan framførslan legði ikki nógvar krónur afturat í lumman hjá fyrrverandi Beatles-oddamanninum.
Hann fekk eitt pund fyri ómakin, og svarar hetta á leið til 10 krónur, veit Ekstrablaðið at siga.
Hetta er sjálvsagt onki at rokna ímóti tí, ið Paul McCartney kann vinna av peningi, tá hann fyllir heimsins stóru stadion.
At hann ikki bara spældi fyri onki er orsakað av, at ein bindandi sáttmáli skuldi gerast millum McCartney og OL fyrireikararnar.
McCartney hevur upplýst, at ein fær ikki pening fyri at spæla, tá OL byrjar, men fær ístaðin atgongumerkir til ymsar ítróttarhendingar, ið hava áhuga.
Onnur, ið spældu fyri somu upphædd, sum McCartney, vóru t.d. Mike Oldfield, Dizzee Rascal og Emeli Sande.