McCain: USA er ov veikt

John McCain, senatorur og fyrrverandi forsetavalevni hjá republikanarunum í USA, sigur, at tað er tí veika uttanríkispolitikkinum hjá Barack Obama, forseta fyri at takka, at mótmælisfólk leypa á amerikonsku sendistovurnar í Jemen, Egyptalandi og Libya.

Mitt Romney, sum stillar upp ímóti Obama, var skjótur at finnast at Obama og politikki hansara, tá tíðindini um álopið á konsulátið í Benghazi bórust, og fleiri aðrir republikanar tóku undir við honum. Teirra millum John McCain, sum tapti forsetavalið ímóti júst Obama.

-Hetta kemst av veiku støðu landsins og vantandi leiðaraevnum hjá forsetanum, segði McCain við sjónvarpið NBC í dag. Hann legði afturat, at Irak er um at fara í upploysn, og at sambandið millum USA og Ísrael er versnað. Harafturat helt hann, at Obama átti at gjørt okkurt við støðuna í Sýrialandi.

-Tað er vanlig hugsan í Miðeystri, at USA er veikt, segði McCain.