John McCain, sum var forsetavalevni hjá republikanarunum í USA í heyst, vil ikki binda seg til at styðja sítt egna varaforsetavalevni, Sarah Palin, um hon ætlar sær at stilla upp sum forsetavalevni um fýra ár, soleiðis sum røddir hava verið frammi um.
McCain segði í samrøðui við sjónvarpið ABC fyrradagin, at hann kann ikki lova, at hann fer at styðja Sarah Palin. Hann legði afturat, at republikanski flokkurin eigur meiri enn ein dugnaligan guvernør og nevndi í hesum viðfangi Tim Pawlenty, sum er guvernørur til statinum Minnesota, og guvernørin í Utah, Jon Huntsman.
Fyrrverandi forsetavalevnið segði kortini, at hann hevur stóra virðing fyri Sarah Palin, sum er guvernørur í Alaska, og hann segði seg hava havt stóra gleði av at vera komin í samband við familju hennara.











