McCain hartar sínar egnu

Fyrrverandi amerikanska forsetavalevnið John Mc Cain, sum stillaði upp fyri republikanararnar ímóti Barack Obama, heldur lítið um teir republikanararnar, sum bjóða seg fram til forsetavalið næsta ár.

Hann heldur, at tey hugsa ov nógv um amerikanskan innanríkispolitikk og ov lítið um USA sum part av altjóða samfelagnum. Samstundis vísir hann á, at fleiri av teimum, sum nú bjóða seg fram, hava verið ímóti, at USA skuldi taka lut í átakinum í Libya.

-Í flokkinum hava vit altíð havt nøkur, sum halda, at amerikanarar skulu hugsa um seg, men nú er í meira lagi av hesum, segði McCain um vikuskiftið. Hann rósti Barack Obama, forseta fyri at hava tikið ta røttu avgerðina, tá tað galt Libya.

-Vit løgdu uppí, tá herdeildirnar hjá Gaddafi stóðu uttan fyri Benghazi. Gaddafi hevði sagt, at hansara hermenn fóru at ganga hús úr húsi í býnum og at drepa øll. Hvat høvdu vit sagt nú, um vit høvdu latið hann gjørt tað, spurdi John McCain.