Leygardagin 31. mai klokkan 16 verður serligt sangmøti fyriskipað av samkomuni Betesda í Klaksvík
Tað er norðoyastevna, og samstundis eisini ein Trucker-festivalur í býnum.
Trucker-festivalurin hevur nú í nøkur ár verið royndur í samband við norðoystevnuna, og í ár er tað 10. ferð, hann verður hildin. Festivalurin hevur eydnast væl á hvørjum ári.
Vanligt er eisini, at motorsúkklufólkið kring landið vísir einum slíkum degi ans og verður við í øllum hópinum, sum hugnar sær í Klaksvík eitt tílíkt vikuskifti.
Í hesum sambandi verður ein hugnalig sangløta í Betesda, har ein fjølbroytt skrá við blandaðari luttøku er sett upp.
Høvi verður eisini at síggja nýggja og vakra samkomubygningin, og eftir sangløtuna verður bjóðað til kaffihugna í kafé’ini.
- Vit vænta, at luttakarar koma úr øllum landinum, men annars er tiltakið eisini alment, og øll eru hjartaliga vælkomin, siga tey úr Betesda í Klaksvík.
Myndina tók Dávur Winther.










