MC-Sølan í nýggjum hølum

MC-Sølan, sum hevur hildið til á Norðasta Horni, letur upp í nýggjum hølum mánadagin 2. juni við móttøku og fleiri góðum tilboðum

Mánadagin 2. juni kl. 10 letur MC Sølan í Havn upp í nýggjum hølum í Slættanesgøtu 10, niðan fyri hjá P/F Wenzel. Tá verður móttøka við kaffi og køkum.


MC-Sølan umboðar motorsúkklumerkini Suzuki, Kawasaki og Ducati, umframt

trygdarútgerð so sum ryggverjur, hjálmar, stivlar, handskar, draktir og fleri sløg av dekkum.


Anders Berg frá MC-Søluni sigur, at orsøkin til at nýggjur handil verður latin upp, er

fyri at veita eina enn betur tænastu til kundan, bæði hvat viðvíkjur handli og verkstaði.

Hendan dagin hava teir fleiri góð skutara- og motorsúkklutilboð. Tey sum keypa nýggjan skutara fáa ókeypis hjálm og handskar, og við keypi av nýggjum motorsúkklum hava teir nøkur helt serlig tilboð.