Umframt skutarar og motorsúkklur selur MC-Sølan í Slættanesgøtu nú eisini súkklur av ymiskum kendum merkjum sum t.d. Taarnby, Avenue, Principia og MBK.
Anders Berg frá MC-Søluni sigur, at tørvur er á einum súkkluhandli við verkstaði í høvuðsstaðnum. Vit ynskja at veita kundum okkara kvalitetssúkklur til kappingarføran prís og eina góða tænastu.
Tað var í fjør, at vit fluttu í nýggj hølir í Slættanesgøtu, og síðan tá hava vit fingið umboð upp á ensku Triumph motorsúkklurnar, og nú hava vit víðkað handilin til eisini at selja súkklur, sigur Anders Berg.
Umframt Triumph umboðar MC-Sølan eisini motorsúkklurnar Suzuki, Kawasaki og Ducati og skutararnar PGO, Piaggio og teir heimskendu Vespa. Umframt okkara egnu merkir servisera vit flest øll sløg av motorsúkklum, skutarum og nú eisini súkklum, sigur Anders Berg, sum eigur og rekur MC-Søluna.