MC-Hár koma afturíaftur

MC-Hár hevur júst verið á venjingarlegu í Portugal. 27. juli hátíðarhalda teir 15 ára jubileum á ólavsøkukonsertini

TÓNLEIKUR

 
Ein av bólkunum, sum ofta hevur framført á ólavsøkukonsertini, er MC-Hár, og teir fáa heiðurin at enda konsertina hesaferð.
Í ár eru 15 ár síðani MC-Hár fyrstu ferð spældi alment. Hetta var saman við bólkinum Paria í Gundadalshøllini í Havn. MC-Hár kann sostatt hátíðarhalda sín 15 ára føðingardag, samstundis sum ólavsøkukonsertin heldur sín 20 ára dag.
Niels Uni Dam, oddamaður í MC-hár sigur, at bróðurparturin av manningini júst hevur verið á venjngarlegu í Portugal. Manningin, sum í dag telur 7 mans, hevur verið rættiliga støðug seinastu 4 árini, og teir lova, at bæði nýtt og eldri tilfar verður á skránni ár. Tó mest eldri.
- Tað er altíð stuttligt at spæla á ólavsøkukonsertini og altíð eitt upplivilsi. Hon er eitt hæddarpunkt, og nú eru trý ár síðani, vit spældu har seinast, sigur Niels Uni Dam.
Hann kallar konsertina eina veitslu, sum er byrjanin til sjálva ólavsøkuna, og tað er ein orsøkunum til, at teir serliga fara at spæla sangir, sum fólk kenna frammanundan.
- Tað er fantastiskt at hoyra ein heilan kommunuskúlagarð, 3000 fólk, brøla við til tínar sangir, sigur Niels Uni Dam.
- Vit hugsa altíð um, hvussu vit kunnu gera eitt stórt show, og tað er tann sami ljósmaðurin, Egil Barclay Hansen, ið hevur verið við okkum øll árini, sum verður við i ár. Hann komponerar eitt ljósshow til hvørt lag, greiðir oddamaðurin í MC-hár frá.
MC-Hár hevur givið tvinnar fløgur úr. Framvegis uttan vit kom út í 1998, og árið eftir kom Burn Me.
Niels Uni Dam sigur, at tónleikararnir í MC-Hár eru betri enn nakrantíð. M.a. kallar hann Rók Jákupsson Jakobsen Føroya besta mannliga sangara. Hann hevur verið við bólkinum síðani 2001.
Nú vit skriva 2006 er tað so sum so við hárinum hjá bólkinum. Bara ein limur er eftir við síðum hári, men hetta ger einki sambært Niels Una Dam.
- Hár er a state of mind!, sigur hann avgjørdur.
 
 
 
MYNDATEKSTUR
 
MC-Hár hevur ofta verið at hoyrt á ólavsøkukonsertini. Nú kunnu teir halda 15 ára jubileum
 
Mynd: Johan Faulkner