MC Hár betri enn nakrantíð

Nakrar broytingar eru seinasta árið gjørdar í manningini í MC Hár, men teir halda, at bólkurin ongantíð hevur verið betri

? Eg ætli mær einki at siga, sigur Niels Uni og peikar á hinar báðar menninar, sum vit hava sett okkum niður við.
Teir eru Rani Christiansen og Jens V. Jakobsen, sum hesaferð skulu svara vegna bólkin og andaliga leiðaran, Niels Una Dam.
Hvussu er tað, at Niels Uni er so markantur frontfigurur í MC Hár?
? Tað er fínt. So fáa vit slappa meira av, svara Jens, sum spælir gittar og syngur í rapprockbólkinum.
So er tað evnið útdebatterað. Niels Uni hevur ein sjónliga leiklut í MC Hár, sum ætlar tykjast trívast við.

Útskifting
Á pallinum er Niels Uni rapparin, og afturat sær hevur hann bæði tónleikarar og sangarar.
Men seinasta árið hava fleiri broytingar verið í bólkinum, hóast teir í MC Hár halda, at bólkurin hevur verið støðugur, og ongar broytingar eru hendar í sjálvari grundini í bólkinum.
Fyrr í ár fór Allan Mortensen burtur úr bólkinum, og nú er sangarin Eyðun Ásason givin. Á ólavsøkukonsertini verður gittarspælarin Jónas Bloch Danielsen ikki við, tí hann er burturstaddur, men hinvegin er Tróndar Bogason komin upp í aftur.
Men teir í MC Hár halda, at bólkurin hevur ongantíð verið betur enn tað sama, og arbeiðið við tónleikinum hjá teimum hevur verið støðugt í longri tíð. At onkur tónleikari er farin burtur úr, hevur ikki havt nakra stóra ávirkan.

Fáa fólk at rópa
MC Hár er ein bólkur, sum riggar væl til stórar konsertir. Teirra lívligi rocktónleikur og argandi tekstir hava ferð eftir ferð fingið fólk upp frá.
Og nú prátið fer at snúgva seg um teir, ja, vit kunnu líka so væl siga ónærisligu tekstir, so leggur Niels Uni upp í.
? Míni børn sleppa so ikki at lurta eftir MC Hár, sigur hann.
Men hinvegin er tað einki í vegin fyri, at MC Hár fer túsundtals fólk á ólavsøkukonsertini at rópa ymiskt, sum tey helst ikki høvdu tikið uppaftur heima við døgurðaborðið.
MC Hár arbeiðir fram ímóti eini nýggjari fløgu, og tað verður gjørt við at skriva nýggjar sangir. Men tað kostar nógv at gera eina fløgu, og tí er óvist, nær bólkuri kemur við nýggjum skeringum til fløguspælaran.
Á ólavsøku verða tó onkrir nýggir sangir hjá bólkinum at hoyra.

- - -

MC Hár

Niels Uni Dam ? rapp
Rókur Jakobsen ? sang og gittar
Rani H. Christiansen ? trummur
Jens Virgar Jakobsen ? gittar og sang
Heri Reynheim ? bass
Tróndur Bogason ? ljómborð

MC Hár hevur verið afturvendandi gestur til ólavsøkukonsertina seinnu árini, og teir hava hvørja ferð klára at gjørt vart við seg.

Bólkurin spælir sín serliga rockrapp, og teir ælta at hava nýggjar sangir við á konsertini hesaferð.

MC-Hár elskar framvegis teg og øll, og teir fara at oysa av sínum kærleika á ólavsøku.