MC-guðstænasta í Fríðrikskirkjuni leygardagin

Leygardagin 9. mai, verður ársins fyrsta MC-Gudstænasta hildin

Leygardagin 9. mai, verður ársins fyrsta MC-Gudstænasta hildin, sum siðvenja hevur verið nú tey seinastu mongu árini.

 

Tað er kristiligi MC-klubburin Cross-Bikers, ið skipar fyri. Farið verður frá MAGN-støðini við Ringvegin í Havn klokkan 12.

 

Gudstænastan verður hildin í Fríðrikskirkjuni á Toftum klokkan 15, har Ovi Brim, prestur prædikar. Sum siður, so verður eisini sang- og tónleikaluttøka. Petur Hans Hansen av Toftum, Hallur Joensen úr Klaksvík og ein lokalur bólkur av motorsúkklukoyrarum úr Eysturoyar MC-felag fara at syngja.

 

Eisini gongur talvan til MC-guðstænastuna, og peningurin, ið savnaður verður, fer óskerdur sum stuðul til bíbliufelagsskapin "Bible for the nations", sum í hesum døgum býtur út bíbliur til flóttafólk, sum koma inn í londini í suðureuropa.

 

Eftir gudstænastuna verður kaffihugni í kirkjukjallaranum, áðrenn MC-fólkið fer heim aftur. Tiltakið er alment, og fyrireikararnir undirstrika, at ein og hvør er hjartaliga vælkomin at luttaka.