Á Velbastaðhálsi varð vitjað hjá RC-felagnum, har limir í felagnum vístu teirra kynstur við m.a. fjarstýrdum tyrlum, flogførum og bilum. Petur Hermansen, ein av teimum elstu limunum í felagnum greiddi frá allari gongdini við felagnum fram til í dag.
Síðan var felagskoyring heim í Ebenezer í Havn til MC-Gudstænastu. Ebenezerkórið, undir leiðslu av Alexander Samuelsen, sang, og Petur H. Jacobsen, sum sjálvur er bikari, sang eisini tveir sangir.
Osmundi Justinussen helt taluna. Hann hevði sjálvur sum ungur átt bæði skutarar og motorsúkklur, og greiddi hann frá, hvussu væl honum hevði dámt hetta lívið. Eisini varð biðið fyri teimum sum koyra, at Harrin má varðveita tey frá øllum vanda og vanlukkum, nú sesongin byrjar.
Gudstænastan endaði við at tjóðsangurin varð sungin. Eftir tað vóru øll boðin til kaffi og køkur.