MC-Buggie leygardagin

MC-Boogie, ið er fyrsta stóra motorsúkklutiltakið í ár, verður leygardagin 2. mai. Startskotið hjá motorsúkklunum verður leygardagin 2. mai. MC-Boogie er eitt afturvendandi tiltak fyri øll motorsúkkluáhugað, ið er hvørt ár í mai, tá summarið av álvara nærkast, og aftur í september, tá heystið er komið, og motorsúkklurnar fækkast.

Tað er motorsúkklufelagið Føroya-MC ið skipar fyri, og øll eru vælkomin. Hetta er vanliga eitt tað størsta motorsúkklutiltakið í árinum, har upp til 100 motorsúkklur hava luttikið.

Møtt verður leygardagin kl. 11.30 við Magn á Ringvegnum í Tórshavn. So verður koyrt til Magn í Gøtudali, har steðgað verður til ein drekkamunn. So verður farið til Klaksvíkar ein rundtúr, har leiðin síðani gongur út á Toftir og runt Agnið. Dagurin endar við einum góðum døgurða í Bowling-høllini í Havn.