MC-Boogie í Suðuroy

Í vikuskiftinum 6. og 7. september skipar Føroya Ellisakfør fyri MC-boogie, sum hesaferð verður í Suðuroy. Tiltakið er fyri øll sum hava motorsúkklu og eru motorsúkkluáhugað.

MC-Buggie hesaferð verður í Suðuroy, og tað er Føroya Ellisakfør sum skipar fyri tiltakinum.


Formaðurin í Føroya Ellisakførum, Eirikur Ólason Simonsen, sigur, at endamálið við MC-Boogie tiltakinum er at savna motorsúkklukoyrarar og motorsúkkluáhugað til eitt felags tiltak.


Skipað verður fyri ymiskum á túrinum, t.d. ber til at tekna seg til at sleppa inn í kolanámini í Hvalba við ferðaleiðara. Hetta verður seinnapartin leygardagin og sunnudagin.


Gist verður á Hotell Øravík, har ymiskt undirhald verður. Hotellið bjóðar Beaf Stroganoff fyri serprís leygarkvøldið.


Tilmelding ferð fram á Hotell Øravík til tey, ið ynskja gisting har. Tað er neyðugt at tekna seg á Hotell Øravík til døgverðan. Hetta skal gerast áðrenn kl. 18 mikudagin 3. september. Hotellið hevur telefon 371302.


Eirikur vónar at so nógv koma við sum gjørligt, og bjóðar hann øllum motorsúkklukoyrarum og áhugaðum vælkomnum. Tey sum ikki hætta sær á motorsúkklu eru vælkomin at koma við bili.


Tey, sum koma á motorsúkklu, mugu minnist til at hava stroppar við til at surra súkkluna umborð á Smyrli, sigur Eirikur Ó. Simonsen, formaður í Føoya Ellisakførum.