MC-boogie fyri tíggindu ferð

Leygardagin 2. september 2006 skipar Føroya Ellisakfør fyri MC-boogie fyri tíggindu ferð síðan 1999. Tiltakið er fyri øll sum hava motorsúkklu og eru motorsúkkluáhugaði

Leygardagin 2. september skipar áhugafelagið Føroya Ellisakfør fyri
 
Tiltakið byrjar kl. 11.00 leygardagin yviri við Strond 22 í hølunum hjá Føroya Ellisakføum, har kaffi verður boðið. Kl. 12 verður farið norður eftir, har steðgað verður við Shellstøðina við Streymin í frá 12.45  13.15, tá koyrt verður til Klaksvíkar um Eiðisskarð. (tey sum ikki hætta sær tann vegin eru vælkomin at koyra gjøgnum Norðskálatunnilin). Væntandi verður komið til Klaksvíkar kl. 14.15, har MC-felagið í Klaksvík skipar fyri ábiti í Klingruni. Farið verður avstað aftur til Havnar kl. 16.
 
Um kvøldið kl. 19 verður veitsla í Kagganum, har tey sum ætla sær í veitsluna vera biðin um at tekna seg á telefon 223101. Kostnaðurin fyri veitsluna er kr. 300,-.
 
Ein av fyriskiparnum, Ove Ritter, sigur, at endamálið MC-Boogie er at savna motorsúkklukoyrarar og motorsúkkluáhugaði til eitt felags tiltak. Talan er als ikki um kappkoyring, men um væl skipaða koyring, har stórur dentur verður lagdur á skilakoyring og at ásettar koyrireglur verða hildnar. Hann vónar, at so nógv koma við sum gjørligt og bjóðar øllum motorsúkklukoyrarum vælkomnum.