MBM stuðlar Føroyar móti krabba

Í dag koma mjólkapakkar á marknaðin, sum MBM hevur latið gjørt fyri at stuðla landsinnsavningini Føroyar móti krabba, sum verður 31 oktober.

Umframt á hendan hátt at hjálpa við at varpa ljós á innsavningina, letur MBM 10 oyru av hvørjum seldum mjólkapakka til Føroyar móti krabba og stuðlar harvið virkseminum hjá Krabbameinsfelagnum við fyribyrging, gransking og sjúklingastuðli.

- Tað hevur ómetaliga stóran týdning, at føroyingar hjálpast at í stríðnum móti krabbameini, sum hevur so stóra ávirkan á okkum øll. Til landsinnsavningina er okkara boðskapur, at hvørt oyra ger mun og at onki oyra er ov lítið. Vit vóna, at føroyingar geva landsinnsavningini ans og hjálpa okkum at hjálpa øðrum, sigur Jansy Gaardlykke, ið er dagligur leiðari í Krabbameinsfelagnum.

Landsinnsavningin verður 31. oktober í Norðurlandahúsinum, og verður send beinleiðis í sjónvarpinum.