MBM nýggjur høvuðsstuðul hjá Frælsum Ítrótti Føroya

Raska og Meginfelag Búnaðarmanna (MBM) nýggjur høvuðsstuðul hjá Frælsum Ítrótti Føroya (FíF)

Í dag, týsdagin 17. Januar 2023, hevur FíF skrivað sáttmála við Røsku og Meginfelag Búnaðarmanna (MBM) sum næstu 3 árini verða okkara høvuðsstuðul.

 

Hetta kennist, sum at ganga gamlar gøtur. Tí tá ið sersambandið, Frælsur Itróttur Føroya, varð stovnað í 2002, varð avtala gjørd við MBM um at vera høvuðsstuðul og vóru tey okkara høvuðsstuðul í nøkur ár. 

 

FÍF er sersamband fyri frælsan ítrott í Føroyum undir ÍSF. Tað eru 6 limafeløg í FÍF. Tey eru Bragdið og Hvirlan í Tórshavn, Frælsi í vágunum, Hvistan í suðuroy, Roysnið á skálafjørðinum og Treysti í Klaksvík. 

 

Sum sersamband hava vit seinastu árini arbeitt støðugt við at menna frælsa ítrottin í Føroyum. 

Vit hava skipað samlingar her heima og hava luttikið í stórum kappingum uttanlands, við sera góðum úrslitum og er tað er hugaligt hjá okkum at síggja, at stóra arbeiðið sum verður lagt fyri dagin í FÍF gevur meining.

##med2##

 

Flestu praktisku uppgávurnar her heima, sosum at skipa kappingar á breyt, eru treytaðar av sjálvbodnum arbeiði.

Stuðlarnir geva okkum so eitt fíggjarligt grundarlag, har vit víðari kunna skapa karmarnar fyri okkara íðkarar, at mennast á tí støði, tey hvør í sær eru á.

 

Sjónligastu broytingarnar fyri okkum her og nú verða, at vetrarkappingarnar nú fara at kallast Raska Vetrarkapping og stórkappingarnar á breyt fara at kallast Raska Stórkapping.

 

Í FíF eru vit ovurfegin fyri okkara nýggju stuðulsavtalu, sum vit vænta, fer at hava góðar og positivar avleiðingar fyri báðar partar. 

 

Vit gleða okkum til samarbeiðið.

 

Frælsur Ítróttur Føroya