Tað er rokaligt í franska høvðusstaðarfelagnum Paris Saint Germain. Liðið er spekkað við heimsstjørnum sum Kylian Mbappé, Neymar og Lionel Messi. Rótin til rokið skal verða Kylian Mbappé.
Franski heimsmeistarin gjørdi nýggjan sáttmála í summar, eftir at hava verið settur í samband við Real Madrid alt summarið. Nýggi sáttmálin sigst vera ein tann størsti í fótbóltsheiminum nakrantíð, men tað hevur eisini vakt ans, at Kylian Mbappé skal hava fingið stóra makt við nýggja sáttmálanum.
Millum annað verður sagt, at Kylian Mbappé og hansara fylgi hevur fingið makt til at avgera hvørjir spælarar koma og fara úr felagnum. Hartil er fleiri ferðir víst á, at støðan millum Neymar og Kylian Mbappé ikki er góð. Franskir miðlar skriva, at Kylian Mbappé ynskti Neymar seldan í summar.
Nýggjasta søgan sigur, at nú er PSG til reiðar at selja Kylian Mbappé, men bara til Liverpool. Orsøkin skal finnast í, at PSG sær Real Madrid og eitt nú Manchester City sum kappingarneytar á einum øðrum stigi. Real Madrid tí felagið hevur verið eftir Kylian Mbappé, og Manchester City, tí felagið eins og PSG er eitt statsfelag við ótømandi pengum. Úr Liverpool verður sagt við ein munn, at felagið hevur ongan kjans at keypa Kylian Mbappé.
Nýggjasta søgan sigur eisini, at hópurin hjá PSG er tvídeildur. Tað er teir suðuramerikansku á einari síðu, og Kylian Mbappé og fraklendingarnir á hinari síðuni.