Mbappé til PSG

Franska stjørnuskotið skiftir til kappingarneytan fyri risastóra upphædd.

Ein av mest umtalaðu møguligu spælaraflytingunum seinastu tíðina hevur verið 18 ára gamli franski áleyparin, Kylian Mbappé, sum hevur verið nógv eftirspurdur og harvið hevur verið ávegis úr AS Monaco.

 

Nú er greitt, at hann skiftir til kappingarneytarnar í PSG. Tað skrivar felagið sjálvt á heimasíðu sínari í kvøld. Talan er um ein leigusáttmála fram til næsta summar, men PSG hevur tryggjað sær, at teir tá kunnu keypa hann.

 

Enn er tann møguligi keypsprísurin ikki almannakunngjørdur, men tað er lítið at ivast í, at talan er um eina risastóra upphædd, og gitt verður, at prísurin fer at vera væl omanfyri eina milliard krónur.

 

Kylian Mbappé hevur skotið 27 mál í 60 dystum fyri besta liðið hjá AS Monaco. Hóast hann einans er 18 ára gamal, so hevur hann eisini longu fingið fýra dystir fyri franska A-landsliðið.