Mbappé er virðismiklasti ungi leikarin

Paris Saint Germain eigur virðismiklasta unga leikaran í heiminum, meðan Tottenham eigur tann næst mest virðismikla

Kylian Mbappé, sum spælir fyri franska felagið, Paris Saint Germain, er virðismiklasti ungi leikarin undir 21 ár í heiminum. Tað vísir nýggj uppgerð, sum CIES Football Observatory hevur gjørt. Sama CIES Football Observatory gjørdi í september eina líknandi uppgerð fyri ungar leikarar undir 21 ár, og tá var Delle Alli úr Tottenham virðismiklasti leikarin í heiminum undir 21 ár.

 

Síðani tá er virðið á Kylian Mbappé farið heili 37% upp, meðan virðið á Delle Alli hevur havt eina afturgongd á 1%. Teir báðir leikararnir, ið tó hava havt størstu framgongdina í virðið síðani seinastu uppgerðina, eru tveir heilt aðrir leikarar. Tað eru Gabriel Jesus úr Manchester City, og Davinson Sanchez úr Tottenham.

 

Uppgerð yvir 10 teir virðismiklastu leikararnar í heiminum undir 21 ár og teirra virðið:

1.     Kylian Mbappe (Paris Saint Germain) – Dec 2017: Virðið á 1,36 milliard / Sept 2017: Virðið á 996 milliónir – ein øking á 37% í virðið.

2.     Delle Alli (Tottenham) – Dec 2017: Virðið á 1,34 milliard / Sept 2017: Virðið á 1,36 milliard – eitt fall uppá 1% í virðið.

3.     Leroy Sané (Manchester City) – Dec 2017: Virðið á 927 milliónir / Sept 2017: Virðið á 657 milliónir – ein øking á 41% í virðið.

4.     Ousmane Dembelé (Barcelona) – Dec 2017: Virðið á 896 milliónir / Sept 2017: Virðið á 1,02 milliard – eitt fall uppá 13% í virðið.

5.     Marcus Rashford (Manchester United) – Dec 2017: Virðið á 869 milliónir / Sept 2017: Virðið á 680 milliónir – ein øking á 28% í virðið.

6.     Gabriel Jesus (Manchester City) – Dec 2017: Virðið á 807 milliónir / Sept 2017: Virðið á 393 milliónir – ein øking á 105% í virðið.

7.     Timo Werner (RB Leipzig) – Dec 2017: Virðið á 689 miliónir / Sept 2017: Virðið á 588 milliónir – ein øking á 17% í virðið.

8.     Anthony Martial (Manchester United) – Dec 2017: Virðið á 637 milliónir / Sept 2017: Virðið á 584 milliónir – ein øking á 9% í virðið.

9.     Christian Pulisic (Dortmund) – Dec 2017: Virðið á 560 milliónir / Sept 2017: Virðið á 564 milliónir – eitt fall uppá 1% í virðið.

10. Davinson Sanchez (Tottenham) – Dec 2017: Virðið á 493 milliónir / Sept 2017: Virðið á 263 milliónir – ein øking á 87% í virðið.

 

* Gjaldoyra sum verður nýtt at meta um virðið á leikarunum omanfyri, er tann danska krónan.