FS-Vágar
Tað er nú góð vika síðani, at MB í tíðindaskrivi boðaði frá, at samstarvið kring FS-Vágar verður sagt upp, tá hetta kappingarárið endar.
Sum vit áður hava nevnt her í blaðnum, so bar tá ikki til at fáa viðmerkingar um málið frá nevndini í MB, men seinnapartin mánadagin kom so eitt tíðindaskriv frá felagnum.
Fyrst og fremst sigur nevndin, at tey við skrivinum vilja vísa aftur, at nakað óregluligt er farið fram í samband við slitið. Eykaaðalfundur skal haldast í heyst, har limirnir skulu gera av, hvørt samstarvið skal endaliga slítast, og so skuldu viðtøkurnar verið hildnar hesum viðvíkjandi.
Í aðrar mátar tykist tað, sum er rúkandi ósemja millum MB, FS Vágar og SÍF um fíggjarligu viðurskiftini. MB sigur seg í øllum førum einki hava sæð til UEFA-pengarnar, sum FSF letur feløgum til ungdómsarbeiðið. Hetta eru pengar, sum sambært FS Vágum eru nýttir í ungdómsarbeiðinum, og siga tey seg eisini kunna vátta hesum, men í tíðindaskrivinum sigur MB, at tey so ongantíð hava fingið møguleika at síggja hetta skjalprógv.
Tíðindaskrivið prentað vit niðanfyri í heilum líki, men eftir tí, sum er at hoyra úr ymsu legunum, so merkir hetta helst ikki, at seinasta orðið í málinum er sagt enn.
Tíðindaskrivið er soljóðandi:
»Samstarvið millum Miðvágs Bóltfelag og Sandavágs Ítróttarfelag um FS-Vágar hevur ikki virkað eftir ætlan, og tí hevur nevndin í MB sagt samstarvið upp. Nevndin vísir hervið aftur øllum tosi um, at nakað óregluligt er farið fram í hesum sambandi. Á skrivstovuni hjá MB eru øll skjøl til taks, sum prógva hesum.
MB í søguna?
Samstarvið millum liðini í Vágum fevnir um vaksnamannadeildir og unglingadeild. Gomlu bygdarfeløgini hava framvegis ábyrgdina av yngru deildunum annars og ungdómsarbeiðinum.
MB eigur tveir limir í nevndini fyri FS-Vágar. Hesir umboðsmenn okkara hava sýtt fyri at geva nevndini í MB innlit í roknskapar- og fundarfrágreiðingar.
MB hevur lagt stóra orku í ungdómsarbeiðið, og tað hevur eisini givið góð úrslit. Men MB hevur ongantíð fingiði eina krónu av UEFA-pengunum, sum eru ætlaðir til ungdómsarbeiðið - og einki annað!
Eftir fleiri fundir, har roynt hevur verið at fáa hesi og onnur viðurskifti í rættlag, gjørdist nevndini í MB greitt, at nevndin í FS-Vágum of formaðurin í fótbóltsnevndini hjá SÍF arbeiða fyri at avtaka MB og SÍF sum fótbóltsfeløg til frama fyri FS-Vágar. Einasta ítróttargrein, sum MB tekur lut í, er fótbóltur, og tískil er hetta tað sama sum at avtaka MB.
Á eykaaðalfundinum hjá MB í desember 2003 varð samtykt, at MB skal ikki geva frá sær yngru deildirnar.
Á fundi um málið boðaðu nevndin í FS-Vágum og formaðurin í fótbóltsnevndini hjá SÍF MB frá, at fáa teir ikki børnini niður í 8-10 ár, so er einki at samstarva um.
Nevndin í MB tók hetta til eftirtektar, boðaði SÍF frá avgerðini í innskrivaðum brævi, kunnaði FSF og sendi fjølmiðlunum tíðindaskriv.
Ítróttini at frama
Nevndin í MB arbeiðir á tí grundarlag, sum lagt varð á seinasta eykaaðalfundi, og fyrireikar seg nú til komandi eykaaðalfund, sum verður hildin, eftir at setinasta bríkslið í kappingarárinum hevur ljóðað.
Verður avgerðin um at siga upp samstarvið við SÍF staðfest á eykaaðalfundi, fer nevndin at leggja fram greiðar mannagongdir fyri, hvussu samstarvið skal gerast upp á skilabesta hátt.
Eisini fer nevndin at leggja fram menningarætlan fyri MB, sum byggir á ta siðvenju, ið felag okkara hevur.
Høvuðsendamálið er, at bygdarfólkið kann gleðast um ítróttina, vera virkið á vølli og taka lut í felagsarbeiðinum.
Nevndin metir ikki, at tað er ein fyritreyt fyri at sigra, at mannamunur verður gjørdur á børnum og unglingum ? heldur tvørturímóti.
Menningarætlanin fer vónandi at tryggja breiða luttøku í felagnum á øllum stigum.
MB 100 ár
21. janaur 2005 eru 100 ár liðin, síðani MB varð sett á stovn.
Á eykaaðalfundinum fer nevndin at leggja fram uppskot um, hvussu tey 100 árini skulu hátíðarhaldast, og nevndin tekur gleðiliga ímóti hugskotum í hesum sambandi.
Nevndin í MB vónar, at FS-Vágar fer at standa seg væl í kappingini, tað sum eftir er, so at vágamenn fáa eitt 1. deildarlið komandi kappingarár.«
Brævið er við ítróttarkvøðu undirskrivað av formanninum í Miðvágs Bóltfelag.










