Tað gekk ikki soleiðis í dag, sum tað út frá støðutalvuni kundir roknast við, at tað fór at gera, tá ið tíggjunda umfar í næstbestu fótbóltsdeildini var á skránni í dag.
Ivaleyst mest óvæntaða úrslitið var tað, tá ið B68 ikki vann fulla úrtøku í Miðvági. Hjá uppflytarunum í MB var tað so mikið soltið í fyrsta triðinginum av kappingini, at einki stig kom á kontuna. Í dag var øðrvísi. MB megnaði á heimavølli 1-1 ímóti stórfavorittunum av Toftum, og tað var ikki fyrrenn lítila løtu undan leikloki, at B68 javnaði til 1-1. Miðskeiðis í 1. hálvleiki hevði Otto Jacobsen lagt MB framum, og tann leiðslan helt í meiri enn ein tíma, áðrenn Martin Olsen javnaði.
B71 hevði vitjan av teimum næstbestu hjá AB, og argjamenn fóru norður um aftur fjørðin við 2-0 sigri í viðførinum. 19 ára gamli Ólavur Venned skoraði bæði AB málini, sum bera við sær, at AB nú er á fjórða plássið – frammanfyri B71.
Í Runavík eydnaðist tað næstbesta NSÍ liðnum at megna 1-1 ímóti 07 Vestur. NSÍ liðið er fyri tað mesta mannað við spælarum, sum eru yngri enn 20 ár. Í dag vóru teir stuðlaðir av Jens Joensen, sum er komin fyri seg aftur eftir skaðasteðg.
Tá ið hini í toppinum ikki orduliga ella als ikki tóku av, so nýtti Skála høvið við 5-0 sigri í Klaksvík at leggja seg á fremsta plássið. Tá ið tað var hálvleikt, var Skála frammanfyri 1-0 við sjálvmáli, sum KÍ gjørdi miðskeiðis í 1. hálvleiki. Beinanvegin eftir hvíldina økti Skála um munin, og so skrædnaði orduliga, tí í 65. minutti var støðan 5-0 til Skála. Toppskjúttin í deildini Brian Jacobsen skoraði tvær ferðir í 2. hálvleiki, og harvið hevur hann í tíggju dystum skorað tólv mál.
Í Leirvík sá tað eina løtu út til, at Víkingur skuldi vinna, men sjey minuttir undan leikloki javnaði B36, og harvið eru tað framvegis tvey stig frá Víkingi og aftur til B36 á níggjunda plássi.
B71-AB 0-2 (0-1)
0-1: Ólavur Venned 13.
0-2: Ólavur Venned 51.
MB-B68 1-1 (1-0)
1-0: Otto Jacobsen 20.
1-1: Martin Olsen 89.
NSÍ-07 Vestur 1-1 (0-1)
0-1: Mikey Minutillo 32.
1-1: Jannik Mathias Olsen 50.
Víkingur-B36 1-1 (0-0)
1-0: Svein Justinussen 60.
1-1: Bárður J. Heinesen 83.
KÍ-Skála 0-5 (0-1)
0-1: sjálvmál 22.
0-2: Jóhan B. Johansen 48.
0-3: Edvin Jacobsen 52.
0-4: Hendrik á Fríðriksmørk 53.
0-5: Edvin Jacobsen 65.
Støðan
Skála 25
07 Vestur 25
B68 20
AB 17
B71 16
NSÍ 13
KÍ 12
B36 8
Víkingur 6
MB 1
07 Vestur og NSÍ hava spælt 11 dystir, og hini liðini hava spælt 10 dystir
11. umfar
Leygardagin 23. mai
B71-Víkingur
07 Vestur-KÍ
AB-MB
Skála-B36
B68-NSÍ









