MB bíðar eftir svari

Í MB eru tey nú farin at ótolnast eftir, at Dómsnevndin hjá FSF skal taka støðu í kærum, sum felagið hevur sent inn.
MB finst í opnum skrivi til FSF at, at dómsnevndin enn ikki svarað kærunum, sum felagið hevur sent inn ávíkavist 5. og 12. november.
Í reglugerðuni fyri dómsnevndina hjá FSF stendur m.a. »Í seinasta lagi tvær vikur aftaná at dómsnevndin hevur móttikið kæru, skal hon gera úrskurð og kunna partarnar um hann í innskrivaðum brævi.«
Petur Evan Djurhuus, sum er formaður í dómsnevndini ásannar, at nevndin ikki hevur viðgjørt kæruna, men hetta verður fyrsta dagin, sigur hann.
- Tað hevur tíverri drigið út. Vit hava hvør í sínum lagi verið ógvuliga upptiknir, men vónandi verður ein úrskurður gjørdur í hesi vikuni, staðfestir hann.
Tær báðar kærurnar, sum MB hevur sent inn, viðvíkja nýtsluni hjá SÍF av Rúna Olsen í dystinum millum SÍF og MB tann 3. november. Og at FS Vágar í kappingarárinum 2004 hevur gjørt nýtslu av Birgir Joensen, sum felagið sigur hevur spæliloyvi í SÍ ? og ikki í FS Vágar.
Hartil skal dómsnevndin eisini taka støðu til kæru frá B68. Toftamenn kæra, at brasilski álopsleikarin, Anderson, skal hava fingið leikbann í 8 dystir eftir útvísingina í seinasta umfarinum av landskappingini.