Bilurin er gjørdur eftir eini ávísari filosofi og við japanska orðinum »Kizuna« sum lyklaorði, sum í hesum føri merkir »optimalt samband millum førara og bil«.
Hetta merkist sjálvandi best við at koyra bilin, har allar funktiónir eru ergonomiskt rættar, soleiðis at bilførarin kann stýra tí mesta við báðum hondum á rattinum.
Bilurin er sera væl ljóðdoyvdur og lættur at koyra við elektronisku servostýringini, sum er løtt, tá ferðin er lág og verður tyngri so hvørt ferðin veksur. Saman við góðu koyrieginleikunum, ger hetta Mazda6 til eina sera góða uppliving.
Mazda6 fæst við trimum bensinmotorum: 1.8 við 120 hk, 2.0 við 147 hk og 2.5 við 170 hk umframt einum 2.0 dieselmotori við 140 hk.
Prísirnir byrja við kr. 266.000
Í eini test í danska Bil Magasinet, millum fleiri av kappingarneytunum sum Mazda6 vann, skriva motorjournalistarnir m.a. ”Det er en mere intens oplevelse at køre Mazda6 end de andre konkurenter, kørestillingen er fænomenal, rattet kan justeres i alle retninger og det stramme ultra japanske gearskift er simpelt hen i top. Mazda6 er suverænt testens letteste bil, og det mærkes især på vejen, hvor den stramme undervogn viser sit potentiale”.