Magnus Gunnarsson
Tað gongur hart fyri seg hjá Mazda í hesum døgum, tá nýggj modell koma á marknaðin næstan hvørt ár. Fyrst kom Mazda6, Mazda2 og RX8 eru á veg, samstundis sum tað ikki verður leingi, til ein avloysari fyri Mazda 323 kemur á marknaðin. Konceptbilurin Mazda MX Sportif, ið bleiv sýndur fram á bilaframsýningini Genéve, verður avloysari fyri Mazda 323. Navnið verður Mazda3. Talan er um ein bil sum verður bygdur yvir sama plattform sum ein komandi Ford Focus. Mazda hava heilt broytt stíl, nú leggja teir seg eftir at gera familjubilar við sportligum designi og koyrieginleikum. Enn hava vit ikki nógvar upplýsingar um nýggja Mazda3, men hann kemur at fáast við einum framkomnum 2,0 litur motori, sum lýkur tey strongu japansku ULEV-umhvørviskrøvini (Ultra Low Emission Vehicle).