Mazda vil hava Kia

Triðstørsta bilaverksmiðja í Korea, Kia, er til sølu.

Tann, sum hevur sett hesa verksmiðju til sølu, er Korea Development Bank - samstundis størsti kreditorur hjá Kia.

Tann 27. juli varð verksmiðjan boðin út, og tað fer so at vísa seg, um Ford, sum frammanundan hevur samstarv við Kia, bjóðar upp á verksmiðjuna. ella um hon verður seld Mazda, sum bæði hevur tilknýti til Kia og sum Ford eigur yvir 30% í.