Mazda til kinesarar

Fyri fyrstu ferð hevur Mazda framleitt eitt nýtt bilmodell einans til kinesarar.

 

Talan er um Mazda CX-4, ið varð sýndur fram á bilaframsýningini Auto China í Beijing.

 

Hóast vit høvdu roknað við at CX-4 í stødd var millum Mazda CX-3 og CX-5, er bilurin er longri og lægri enn Mazda CX-5.

 

Kinesarar kunnu velja millum tveir ymiskar bensinmotorar, ein 2,0 við 158 hk og ein 2,5 við 192 hk.

 

Eftir at bilurin er komin á kinesiska marknaðin, fer Mazda at gera umfatandi marknaðarkanningar fyri at vita, um áhugi er fyri Mazda CX-4 í USA og Evropa.

 

Les meira um bilar á www.in.fo/bilar/