Mazda í samarbeiði um brint í Norra

Mazda fer í samarbeiði við Hydrogen Road of Norway um levering av RX-8, sum skal koyra við brint

Nógv hevur verið at hoyrt um el-drivnar bilar, men brint-drivnir bilar eru eisini á gáttini.

Allastaðni í heiminum eru projektir í gongd, har arbeitt verður við skiftinum til brint-drivnar bilar, tað verður arbeitt við at gera sølustøð fyri brint, eins og vit kenna tey frá benzinstøðum.

Í royndarsamstarvinum, sum Mazda og Hydrogen Road of Norway, eru farin í, hevur japanska bilfabrikkin júst latið tann fyrsta av 31 Mazda RX-8 bilunum, sum skulu umbyggjast í Norra.

RX-8 hevur wankelmotor - ella rotationsmotor, sum Mazda nevnir teir. Teir hóska betur til brint enn stempulmotorar. Bilarnir kunnu við wankelmotori koyra bæði við brint og benzin, sum sjálvandi er ein fyrimunur tað fyrstu tíðina, tá hugsast kann, at langt verður ímillum brintsølustøðini, kelda: eb.dk.