Samlaða sølan av kenda sportbilinum Mazda MX-5 er nú komin upp á 900.000 bilar. Mazda MX-5, sum fyrstu ferð kom á marknaðin í 1989, varð gjørdur við ensku sportbilunum frá 60-unum og 70-unum sum fyrimynd.
Mazda MX-5 kom í Guinness World Records í 2000 sum heimsins mest seldi persónbilur við tveimum sitiplássum. Seldir vóru 531.890 bilar. MX-5 kom eisini í rekordbókina, tá framleiddir vóru ávikavist 700.000 og 800.000 bilar. Nýggja heimsmetið við 900.000 seldum bilum verður dagført í næstu rekordbókini.