Mazda BT 50 presenteraður í Athen

Nýggi Mazda BT-50 var presenteraður fyri tíðindafólki í Athen síðst í november. Áhugavert var at hoyra japanarar, sum sjálvir hava verið við til at konstruera BT-50, greiða frá um konstruktiónina av bilinum

Athen: Í viku 48 vóru vit í Athen í Grikkalandi og royndarkoyrdu nýggja Mazda BT-50. Í floghavnini í Athen stóðu fólk frá Mazda fyri okkum. Bilarnar ið vit skuldu royndarkoyra, stóðu parkeraðir við eitt hotel nærhendis floghavnini. Har vóru nógvir Mazda BT-50 í ymiskum útgávum og litum. Tann dagin vit komu, var veðrið var gott, og hitin lá um 16 stig.
  
Athen er ein av heimsins kendastu býum við eini ríkar søgu. Stóru ferðamálini hjá ferðafólki eru t.d. Akropolis, Erekhteion og onnur kend gomul bygningsverk.
Vesturlendska mentan og demokrati saman við nútímans náttúruvísindi hevur sín uppruna í býnum. Í sjálvum býnum, og økinum har rundan um, búgva næstan 4 milliónir fólk, sum er meira enn ein triðingur av øllum landsins íbúgvum.
 
Athen liggur á einum stórum slætta við fýra fjøllum rundan um. Hetta hevur við sær at býurin hevur stórar trupulleikar við dálking, tí útlátið frá akførunum sleppur ikki burtur og verður liggjandi yvir býnum. Stórar íløgur eru gjørdar í infrastrukturin við góðum almennum buss- og jarnbreytarsambandi. Alt fyri at minka um nógvu ferðsluna og dálkingina. Koyringin við dieseldrivnum akførum í býnum er nógv avmarkað.
 
Nærhendis Athen síggjast fleiri nýggj bygningsverk frá Olympisku summarleikunum, sum vóru har í 2004.
 
BT=Best Truck
 
Tað er altíð ein uppliving at síggja, hvussu nógv verður gjørt burturúr, tá eitt nýtt bilmodell verður marknaðarført. Alt gongur fyri seg á fínum hotellum og framsýningarhølum, har tænastan altíð er heilt í topp. Tað er eisini av stórum týdningi fyri bilverksmiðjurnar, at tær fáa boðskapin út um nýggja bilin við góðari marknaðarføring.
 
Á tíðindafundi greiddu umboðini fyri Mazda frá um nýggja BT-50 og japanarar, sum sjálvir høvdu verið við til at konstruera BT-50, greiddu frá um konstruktiónina av bilinum.
 
Mazda BT-50. BT stendur fyri “B-serie Truck” ella sum japanarnir søgdu á tíðindafundinum, at vit vóru vælkomin at siga, at BT stendur fyri “Best Truck”. 50 talið stendur fyri, at bilurin í stødd er millum teir heilt stóru og teir smáu pickup-arnar. Ein miðalstórur pickup. Eftir tíðindafundin var høvi at seta spurningar.