Alt røkist fyri, at tað verður Theresa May, bretski innanríkisráðharrin, ið tekur við leiðsluni í Konservativa flokkinum og harvið eisini sum bretskur forsætisráðharri, tá David Cameron, núverandi leiðarin og forsætisráðharrin, leggur frá sær seinni í ár.
Tað er greitt eftir, at seinasta mótvalevni, Andrea Leadsom, fyri løtu síðani boðaði frá, at hon gevur skarvin yvir. Sostatt hevur Theresa May vunnið stríðið móti hinum fýra valevnunum, ið bjóðaðu seg fram til leiðarasessin í flokkinum.
Anrea Leadsom sigur, at hon hevur valt at geva skarvin yvir, tí hon metir ikki, at hon hevur neyðuga stuðulin innanhýsis í flokkinum til at vinna valið og leiða eina sterka stjórn, umframt at hon ikki metir, at eitt valstríð tænir brestu tjóðini.
Eftir ætlan skuldi ein nýggjur leiðari taka við 9. september, men nú einans eitt valevni er eftir, so skal valnevndin í Konservativa flokkinum, tann sokallaða 1922 nevndin, taka støðu til, um Theresa May skal taka við sessinum fyrr enn ætlað, og um hon skal sleppa at gerast floksleiðari uttan at flokslimirnir sleppa at greiða atkvøðu.










