Forsætisráðfrúan Theresa May hevur í dag koyrt verjumálaráðharran, Gavin Williamson, úr starvi fyri at hava likið upplýsingar til kinesiska kt-risan Huawei.
– Forsætisráðfrúan hevur í kvøld biðið Gavin Williamson um at fara úr stjórnini, tá hon hevur mist álitið á evnum hansara at klára uppgávuna sum verjumálaráðharri og til at verða limur í stjórnini, sigur talskvinna fyri Downing Street.
Stjórnin boðar frá, at Penny Mordaunt tekur yvir sessin sum verjumálaráðharri.
Mordaunter hevur fyrr verið menningarmálaráðharri.
Tann spjadda bretska stjórnin er skakað av enn eini skandalu um Huawei.
Trúnaðarupplýsingar eru lætnir til blaðið The Telegraph um eina avgerð, sum Theresa May, forsætisráðharri, og tjóðskaparliga trygdarráðíð høvdu tikið um, at Huawei kann vera við í pørtu av útbyggingini av framtíðarinna 5G-netið í Bretlandi.
Í einum brævi til Williamson, sum Downing Street hevur almannakunnjnørt, skrivar May, at tað eru greið prógv um, at han hevur eina stóra ábyrgd fyri lekanum úr trygdarráðnum.
– Tað eru ongar aðrar trúligar útgávur av hendingunum, sum kunnu eyðmerkja perónar, sum hava likið upplýsingarnar, stendur í brævinum.
Williamson avvísir í einum brævi til May at vera partur av lekanum á nakran hátt.
– Eg eri vísur í, at ein gjøllig kannning hevði reinsað meg, skrivar hann í brævinum, sum hann hevur almannakunngjørt á Twitter.
Lekin tyngdi limirnar í trygdarráðnu,. Her sita bert útvaldir ráðharrar og trygdarleiðarar, sum allir hava skrivað undir tagnarskyldu um ráðsins fundir.
Eitt brot á tagnarlyftið kann føra til revsing.
Gølan um lekan hevur skapt harma í tjóðartinginum og í umhvørvinum kring fregnartænastuna.
– Eg havi ongantíð fyrr hoyrt um ein leka frá einum fundi í trygdarráðnum, segði Philip Hammond, fíggjarmálaráðharri í síðstu viku.
Bretskir miðlar hava fyrr skrivað, at Mark Sedwill, sum er kabinettráðharri, hevði álaøgt luttakarunum á trygdarráðsfundinum um at vátta, at teir ikki høvdu verið orsøk til lekan.
Gølan kemur í kjalarvørrinum á einum longum og beiskum valdsstríði í konservativa stjórnarflokkinum í sambandi við brexit. Fleiri limir í trygdarráðnum verða hildnir at ætla sær at taka yvir eftir Theresu May í Downing Street 10.
Avgerðin um Huawei eru fløkt. Nógv óttast, at felagið kann vera einar bakdyr fyri kinesiskari njósning í Bretlandi.
Trygdarráðið samdist um, at Huawei kann fáa loyvi at byggja eitt net, sum ikki umfatar kjarnuøkini.
USA hevur heitt á síni sameindu í so nevndu Five Eyes-fregnarsamstarvinum um at fylgja USA og banna 5G-tøknini hjá Huawei. Samstarvið umfatar Avstralia, Bretland, Kanada og New Zealand.
/ritzau/AFP