Maxus elbilar frá Nordcar  

Í sambandi við at eftirspurningurin eftir el- og hybridbilum er vaksandi, hevur Nordcar lagt seg eftir at víðkað um útboðið av bilmerkjum. Umframt at Nordcar í fleiri ár hevur umboðað bilmerkini BMW, MINI, Fiat, Fiat Professional, Jeep og Alfa Romeo, hevur Nordcar nú eisini valt at bjóða viðskiftafólkunum nýggju elbilarnar frá Maxus.

Maxus er eitt spennandi bilmerki, sum ger 100% elektriskar bilar bæði til privat- og vinnukundar her um okkara leiðir. Teir gera eisini Plug-in hybridbilar. Eisini hevur Maxus fleiri støddir av arbeiðsbilum við stórum battaríum, longum røkki og góðari góðsku. Maxus er ein partur av SAIC (Shanghai Automotive Industry Corporation), ið framleiðir 7 milliónir bilar um árið, og sum samstundis er størsti bilframleiðarin í Kina og sjeyndstørsti bilframleiðari í heiminum.

 

Maxus Euniq5 MPV er stórur og rúmiligur, og takkað verið 360ᴼ bakki kamera- og sensorum aftan- og framman er tað lætt og trygt at bakka og parkera familjubilin. Stóra panorama glastakið, ið eisini kann latast upp gevur gott ljós til øll ferðandi í bilinum. Familjan situr væl í góðum leðursetrum og gott pláss er til barnastólar. Euniq setur trygd og komfort í hásæti og hevur m.a.: neyðbremsu assitent, 6 airbags, blindvinkul assistent, 4-økis klimaanlegg, Apple CarPlay, tráðleysan løðara til fartelefonir, fartpilot, el-setur aftan og framman við hita og el-baklúku fyri bert fyri nevna nakað av tí, ið ger bilin serstakan.

 

##med2##

 

Maxus e-Deliver9 er tann nýggjasti bilurin frá Maxus. Hann er sera praktiskur og kenslan av komfort er heilt serstøk. Til ber at velja ímillum tvær útgávur, antin við 9,7 m3 ella 11 m3 vørurúmi. Bilurin lastar heili 1270 kg. e-Deliver9 fæst við 72 ella 88,5 kWh battaríi og røkki upp á eina løðing er upp til 353 km – og so hevur hann 204 hk.

 

Maxus e-Deliver3 er tann minni vørubilurin, men hóast at hann er minni, so merkir hetta ikki, at spart er upp á røkkið og stødd á vørurúmi. Maxus e-Deliver3 fæst nevniliga við 35 ella 52,5 kWh battaríi við upptil 8-ára garanti. Vørurúmið er á 4,8 ella 6,3 m3. Maxus veitir 8-ára/200.000 km battarígaranti og 5-ára/100.000 km garanti upp á sjálvan bilin.

 

Maxus kunnu síggjast og roynast hjá Nordcar.