Maxim letur upp aftur

Nú letur Maxim uppaftur í eitt kvøld, har farið verður aftur til tiltikna náttarstaðið.

 

Fyrireikarar siga, at nú er tíðin komin til eitt sokallað “reunion”, og hetta verður leygarkvøldið 22. oktobur.

 

Húsorkestrið Maxim, við Róin Siggertsson, Hans Petur í Brekkunum og Paula Magnussen spælir hetta kvøldið.

 

-Klokkan 22.00 rulla vit tann reyða leyparan út og bjóða ókeypis sjampanju, kaviar og pinnamat, boða fyrireikarar frá.

 

-Einmalt, við Føroya størsta whiskeysavni, selir serlig sløg av whiskey, sum ikki eru at fáa aðrastaðni í Føroyum, siga fyrireikarar.

 

Tiltakið verður í hølunum Deep.

 

Deep hevur seinastu tíðina lagt seg eftir at bjóða til øðrvísi tiltøk, sum eisini røkka flest øllum aldursbólkum. Hesaferð er talan um eitt tiltak til tey, ið eru áhugað í sjampanju,

whiskey, pinnamati og einum túri aftur í Maxim tíðina.

 

Atgongumerkið er í forsølu hjá Tutl í miðbýnum í Havn og í Baresso í SMS.