Maxim Gorky á tjóðpallinum

Í annað kvøld hevur Tjóðpallur Føroya frumsýning av leikinum Náttarherbergið hjá Maxim Gorky. Ein leikur um tey, ið ferðast á botninum av samfelagnum. At koma inn á gamla Meiaríðið í hesum døgum, er sum at koma aftur í gamla Russland. Fátøk kroysa er sett upp við seks koyggjusengrum, ússaligum borði og ótøttum hurðum, ið grenja, hvørja ferð tær fara upp og aftur. Kring borðið er eitt porkerspæl í gongd. Leikararnir eru klæddir í fátæksligar og ússaligar kloddar, men hýrurin er góður. Onkur hevur hug at stúgva kortini dekan og væl upp í ermuna, men hetta fer ikki ósæð aftur við borðinum, og so kemur rok í.

Jú, sjónleikurin, Náttarherbergið eftir Maxim Gorky, ið Tjóðpallur Føroya er í gongd við í løtuni sær sera spennandi út. Tey hava arbeitt við leikinum síðani fyrsta desembur í fjør, og nú er alt so smátt við at koma upp á pláss til frumframsýningina mikudagin.

Seta sjóneykuna á botnin í samfelagnum

Leikurin fer fram á einum russiskum náttarherbergi í 1902. Har hittast tey, ið eru niðast í samfelagnum; drankararnir, rúsevnismisnýtararnir, tey fátæku, og tey har ongin vón er fyri. Hóast leikurin er skrivaður fyri so langari tíð síðani, og hann enntá hevur verið uppsettur í Føroyum einaferð fyrr av Havnar Sjónleikarafelag í 1950unum sum Úr Sugguni, heldur Tjóðpallur Føroya, at leikurin altíð fer at hava týdning, tí evnið er so alheimskent.

Eyðhild Jacobsen