Maxi-mum úrtøka hjá Liverpool

Á triðja sinni megnaði Liverpool at vinna í Premier League í ár, tá teir í dag vunnu 1-0 á Bolton. Liverpool hevði bóltin fyri tað mesta í fyrra hálvleiki, men fyri uttan ein Fernando Torres fríleypara, so vóru ikki nógvir málmøguleikar. Í seinna hálvleiki høvdu bæði liðini møguleikar, men tað var Maxi Rodriguez, ið gjørdist hetjan, tá hann fýra minuttir fyri tíð skoraði avgerandi málð eftir uppspæl frá Fernando Torres. Liverpool er nú komið upp á 12. pláss.

 

Á St. James? Park trumlaði Newcastle Sunderland umkoll fyrr í dag. Støðan gjørdist heili 5-1 eftir hálvleiksstøðuna 2-0. Í seinna hálvleiki fekk Sunderland fyrrverandi Newcastle verjuleikaran, Titus Bramble, útvístan. Kevin Nolan skoraði hattrick og Shola Ameobi skoraði hini bæði. Málið hjá Sunderland skoraði Darren Bent. Í Birmingham grannauppgerðini millum Aston Villa og Birmingham kom einki mál.

 

Premier League:

 

Aston Villa ? Birmingham 0-0

Bolton ? Liverpool 0-1

Newcastle ? Sunderland 5-1