Mavericks góða byrjan

Í hesum døgum verður spælt um amerikanska meistaraheitið í kurvabólti. Liðini í finaluni eru Dallas Mavericks og Maimi Heat. Tveir dystir eru spældir higartil, og liðið úr Dallas hevur vunnið báðar dystirnar. Í gjár var næsti dysturin spældur í Dallas, og heimaliðið vann 99-85. Finalan verður avgjørd við, at annað liðið er best av sjey dystum. Næstu tríggir dystirnir í røðini verða spældir í Maimi, og nú skal liðið úr Florida taka seg um reiggj, skal tað hava ein møguleika at vinna meistaraheitið.