Deildar meiningar eru um, hvussu seinasta kappingarárið gekkst Maurizio Sarri. Maurizio Sarri hevði tað í stundum trupult í enskum fótbólti, men ikki ber til at hyggja burtur frá at Sarri megnaði at røkka sínum málum fyri hetta kappingarárið.
Maurizio Sarri megnaði at fáa Chelsea aftur í topp fýra. Hetta merkir at Chelsea verða aftur at síggja í Champions league næsta kappingarár. Umframt at enda á einum triðja plássi í Premier league, eydnaðist tað honum at vinna europa league. Á papírinum var hetta eitt gott kappingarár.
Maurizio Sarri stendur tó ikki við Chelsea róðrið komandi kappingarár, og hevur valt at fara til fyrrverandi kappingarneytan Juventus, sum er størsta felagið í Italia.
Í 2017-2018 kappingarárinum, stóð Sarri á odda fyri Napoli. Hann var bert fýra stig frá at vinna Seriu A, men tapti stríðið um gullið ímóti Juventus, sum hann nú skal vera venjari hjá. Juventus er størsta felagið í Italia, og møguleikin at verða Juventus venjari, var ov góður at siga nei til.
Sarri hevur verið venjari hjá einari rúgvu av liðum í Italskum fótbólti, listin er langur, og tað ber til at síggja hann HER
Ikki er vist hvør fer at avloysa Mauritzio Sarri sum Chelsea venjari, men besta boðið er eftir øllum at døma fyrrverandi Chelsea spælarin, Frank Lampard. Tó ber ikki til at siga hvør avloysarin verður, men hann fer at fáa eina trupla uppgávu.
Chelsea hava mist besta spælaran í hópinum, Eden Hazard og fyri at koyra salt í sárið, hava teir fingið forboð fyri at keypa spælarar hetta summarið, vegna óglógligar ungdómssáttmálar. Nýggji venjarin má tísklid klára seg við tí hann hevur komandi kappingarár, og tað kann vísa seg at verða torført.











