TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr upptaktsprátið André Olsen hevði við TB/FCS/Royn í upptaktssendingini hjá Rás2.
André Olsen hitti Maurice Ross í miðbýnum í Havn. Litríki venjarin hjá suðuroyarliðnum er nevnliga komin til Havnar at stuðla føroyska landsliðnum. Hann vónar við hjartanum, at Føroyar fáa minst javnleik, men fótbóltsheilin hjá honum sigur, at tað verður torført, tí Sveis hevur eitt gott lið, sum hevði vunnið á bæði Skotlandi og Onglandi, sambært Maurice Ross.
Prátið við Maurice Ross snúði seg eisini um kappingina í effodeildini, og hvussu hann hevur upplivað fyrstu tíðina í Føroyum. Maurice sigur seg trívast væl, og hann heldur kappingina í effodeildini verða spennandi. Hann heldur, at NSÍ og B36 spæla best fótbólt, men hann heldur, at KÌ og Víkingur hava bestu balansuna ímillum at undirhalda og vinna.