Matvørurisar leggja saman

P/F Poul Hansen og SP/F Haraldsen í Fuglafirði stovna nýtt felag at yvirtaka matvøruhandlarnar hjá feløgunum báðum.

Kappingareftirlitið boðaði í gjár frá, at P/F Poul Hansen og SP/F Haraldsen hava avgjørt saman at stovna nýtt felag, sum skal yvirtaka matvøruhandlar hjá báðum pørtum, sum hereftir vera riknir undir einum. Stjórar í nýggja felagnum vera Høgni Hansen og Kristian Suni Haraldsen.

 

Talan er um Á-handlarnar v/Landavegin, v/Sundsvegin, Hjá Haraldsen í Fuglafirði, í Vestmanna, á Toftum umframt á Glyvrum. 

 

Samanleggingin skal endaliga góðkennast av Kappingareftirlitinum og hendan fráboðanin er partur av hesi tilgongd. Nú er høvi givið øðrum at gera viðmerkingar til samanleggingina og senda tær til Kappingareftirlitið, sum síðani skal taka eina endaliga niðurstøðu.