Matveitari helt seg ikki til reglurnar

- Ætlar matveitarin, sum bara hevur loyvi til útveiting, eisini at hava gestir sitandi inni og eta, skulu neyðug loyvi fyrst fáast til tess, sigur løgreglan.

 

í gjárkvøldið vitjaði løgreglan hjá einum matveitara norðanfyri.

 

Illgruni var nevniliga um, at matveitarin, sum bara hevur loyvi til at veita mat út úr húsinum, eisini hevði gestir, sum eta í hølunum hjá veitaranum.

 

- Hetta var ein vitjan, sum vit gjørdu saman við avvarðandi myndugleika, visti vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn at siga í morgun.

 

Løgreglan sigur, at matveitarin fekk at vita, at viðkomandi skal halda seg til galdandi loyvi og reglur.

 

- Ætlar matveitarin eisini at hava gestir sitandi inni og eta, skulu neyðug loyvi fyrst fáast til tess, verður lagt aftrat.