Frá 1899-1955 hevði Hans Jákup Olsen matvøruhandil í húsunum "í Tranti" á Doktaragrund úti á Reyni í Havn.
Handilin sæst uttast til høgru á myndini (við pílin). Innsettu myndirnar eru av handlinum innan og av Hans Jákup Olsen (1875-1960). Hans Jákup var kendur fyri at vera væl hýrdur og í góðum lag, gekk altíð og floytaði.
Leggið til merkis gongubreytina og rennusteinin sum eru gjørd úr gróti.
Jens Olsen, sum síðst í 19. øld bygdi húsini "Handilsforeiningina" (har sum Café Natúr er í dag), byrjaði sítt viksemi í somu húsum í Tranti.
Húsini beint fram á myndini átti Carl á Lag, har búðu fólk, sum arbeiddu fisk hjá honum. Seinni vórðu tey flutt niðan á Sundsvegin, har sum einkjan eftir Carl á Lag (yngra), Inge Krause Jensen, býr í dag.
Tey, sum hava okkurt at viðmerkja í samband við hesar myndirnar, eru vælkomin at seta seg í samband við Birgar Johannessen, ið savnar tilfar til Havnar leksikon, á telefon 314647 / 273168.
Myndin av Doktaragrund: Føroya Fornminnissavn
Innsettu myndirnar: Gudrun Rubeksen
Næstu ferð hava myndir av minustrúkaranum "Green Dolphin" hjá Thorshavns Mælkeforsyning og Margarinefabrik