Jónfinn Vestergaard hevur roynt handilslívið fyrr, so sigast kann, at hann vendir aftur á gamlar gøtur.
Klokkan 7.30 í morgun lat handilin, »hjá okkum«, upp í Stoffalág.
Tað er við góðum treysti, at eg og sonurin fara undir at handla her í Stoffalág. Eg eri vaksin upp her í grannalagnum, og her er eitt stórt øki við ongum handli, sigur Jónfinn Vestergaard.
Hann hevur tosað við fólk í grannalagnum, og tey eru øll á einum máli um, at økið treingir til ein handil.
Umframt, at økið er stórt, so ganga eisini 600 næmingar í Eysturskúlanum, og væntandi fáa vit ein part av okkara kundum harfrá, sigur Jónfinn Vestergaard.
Hann kennir til handilslívið frá Statoilstøðini á Argjum, men hevur seinastu sjey árini virkað innan bilabransjuna.
Eg hevði køli- og frystibilar og koyrdi vørur út fyri serliga Poul Hansen, heilsølu, og Mjólkarvirkið Búnaðarmanna. Men so seldi eg bilarnar og havi í nakrar mánaðar hugsað um at byrja innan handilsvinnuna aftur, sigur Jónfinn Vestergaard.
At tað so gjørdist í Stoffalág kemst bæði av, at hetta er gamla grannalagið hjá honum, og at hølir vóru tøk har.
Leingi opið
Sum nevnt lat handilin upp klokkan 7.30 í morgun, og ætlanin er at hava leingi opið um dagarnar.
Ja, vit lata upp allar gerandisdagar og leygardag klokkan 7.30 og hava opið til klokkan 22 á kvøldi. Sunnudagar lata vit nokk upp um 10-11 tíðina, men hava so opið fram til klokkan 22 eisini, sigur Jónfinn Vestergaard.
Tað verða hann sjálvur og so sonurin, Beinur, sum fara at vera í handlinum.
Sonurin fyllir skjótt 18, so tað er á ungum árum, at hann byrjar handilslívið.
Feðgarnir hava so valt at ganga ímóti trendinum við at savna handilslívið á einum stað, og tað er við góðum móti, at teir báðir fara undir handilsvirksemi í Stoffalág.










